lirik.web.id
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu lea kampmann – pappírstunn

Loading...

[verse 1]
tú sær ígjøgnum meg, sum var eg úr pappíri
tað er, sum einki er ósjónligt meir
tú lesur tankarnar, teir, sum eg annars goymi
í myndamáli millum reglurnar

tú skrivar sangirnar við rími og við meining
eg tári hvørja ferð, tú syngur teir
tað følist akkurát, sum eg havi kent teir leingi
eg troyttist ikki, eg vil hoyra meir

[refrain 1]
havi tað, sum um eg akkurát eri vaknað
eg byrji mín dag uppá ein spildurnýggjan máta

[verse 2]
tú sigur, at tú sær meg heila, ikki hálva
tað kitlar djúpt í míni beinagrind
jú meir eg elski teg, meir elski meg sjálva
tú ert mítt heim, nú vil eg flyta inn

veit tú ert bangin, hoyri tað í tínum sangum
eg havi eisini altíð sungið í moll
tað er mítt ørindi, tað býr í mínum fingrum
at gera óttan til eitt vakurt lag
[refrain 2]
pappírstunn, tað er tað, еg eri
um tú skræðir meg, so blívi eg bara flеiri

[verse 3]
eg ynski mær, at mínir toluligu sangir
teir lekja teg, sum tínir lekja meg
at tú skal vita, at tú longu hevur veingir
tú ert nóg mikið, akkurát, sum tú er

[outro]
eg gevi upp, tí eg veit, eg havi vunnið
eg loypi útí, tí eg veit, at eg kann sveima
pappírstunn, tað er tað, eg eri
um tú skræðir meg
so verið eg bara fleiri, og fleiri, og fleiri, og fleiri
og fleiri, og fleiri, og fleiri
og fleiri


Lirik lagu lainnya:

LIRIK YANG LAGI HITS MINGGU INI

Loading...