lirik.web.id
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu kári leivsson – kalli katt

Loading...

gongur tú ein keitúr ímillum trý og fimm
konteynarar, øl og brennivín og timbur skipast inn
so sært tú gamla kalla katt húka á sín stav
skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag
so sært tú gamla kalla katt húka á sín stav
skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag

tá gerst hann aftur ungur sum lossaði hann har
fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar
meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
men tað var aldri fólk sum kalli ið sóu vinningin
ja skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
men tað var aldri fólk sum kalli ið sóu vinningin

hann minnist hvønn ein kaffimunn og hvønn ein lítlan dramm
í regni millum konteynaranar, vinirnir og hann
meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin
ja skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin

høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt
teir heilsa tær og konuni, men aldri kalla katt
tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
tá onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina
skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
tá onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina

ein dagin undir lossing ein stórur k-ssi datt
og so var eingin tímalønin meir hjá kalla katt
tað er fjálgt at pensjónerast við at gerast sekstifimm
men beikst at missa farmin tí at árar leggjast inn
ja tað er fjálgt at pensjónerast við at gerast sekstifimm
men beikst at missa farmin tí at árar leggjast inn

kalli gníggjar eyguni og starir út á hav
um skamma stund tá skal hann sjálvur sína ferð avstað
summar skútur stevna líka inn í himmalin
og kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin
summar skútur stevna líka inn í himmalin
og kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin


Lirik lagu lainnya:

LIRIK YANG LAGI HITS MINGGU INI

Loading...