lirik lagu kári leivsson – andvera
andvera lyrics
har liggja nýggj~hálvfems pappír
í ovastu skuffuni
á tey er ritað
so man kann vita
um tú riggar normalt
har liggja áttu~fýrs pappír
í næstovastu skuffuni
hvørt orð er vigað
og tað tey siga
er at tær vantar kontakt
har liggja sjey~ hálvfjerðs pappír
í mittastu skuffuni
hvønn dag skal skrivast
so ongin ivast
at tú gert tað tú skalt
men har liggur eitt smíl
í næstniðastu skuffuni
av og á kannað
um millum manna
tað kann smílast normalt
tí har liggur ein tjúkk bók
oman á øllum skuffum
standa sannleikar
frá einum samfelag
sum sigst at rigga normalt
men eg siti og bíði
og veit ikki hví eg
kundi stríðst
móti øllum heimi
í dómadags stríði
tí hugar mín tráar
eftir niðastu skuffuni
men hon er fast læst
verður aldri opnað
tí har liggur tú sjálv
Lirik lagu lainnya:
- lirik lagu maria die ruhe – i believe in bass
- lirik lagu miae (fra) – cœur bleu
- lirik lagu kirk franklin – he reigns / awesome god
- lirik lagu a2anti – one drop
- lirik lagu hot flash heat wave – spin
- lirik lagu blake rouse – lovely indoctrination
- lirik lagu iyanya – call
- lirik lagu laki – son dakika
- lirik lagu lil hardsock – ass
- lirik lagu yungdripdown – bth