lirik lagu kári leivsson – amerikakvæði
amerika, amerika
tað var ein signing stór
tá ið kolumbus gamli um atlantshavið fór
at byggja mikla borg
at verja gud og demokratiið
amerika, amerika
vit uttan ravmagnstól
og uttan coca-cola aldri sóu frælsissól
og høvdu ikki superman
at verja gud og demokratiið
amerika, amerika
væl bíta tíni svørð
teir reyðu allar myrdi tú og rændi teirra jørð
við krossi og við krúti
fyri gud og fyri demokratiið
amerika, amerika
eg f-gni tær í kvøld
av blálondum tú førdi hina dimmu trælafjøld
við korli og við leinkjum
fyri gud og fyri demokratiið
amerika, amerika
tú mikla frælsisørn
tú heimsøkti teir gulu, teirra vív og teirra børn
við bíblium og b-mb-m
fyri gud og fyri demokratiið
amerika, amerika
tað fell so væl í lag
tey óføddu tú kryplaði og brendi fólk og fæ
við napalm og við eitri
fyri gud og fyri demokratiið
amerika ei kálvahjarta
høvdu kappar teir
sum royndu góðar gripir móti børnum í my lai
við hvøssum bajonettum
fyri gud og fyri demokratiið
amerika, amerika
tín heiður runga skal
frá watergate har vesturi til føroya mjørkadal
tú verjir dollarposan
og tú verjir gud og demokratiið
Lirik lagu lainnya:
- lirik lagu jolly – puro e duro freestyle
- lirik lagu rosalía – un millón de veces
- lirik lagu morningsiders – cherry
- lirik lagu proverb – street music
- lirik lagu 420 unlovable – leave me alone
- lirik lagu tokyo prose – lift you up
- lirik lagu josh ritter – blazing highway home
- lirik lagu grasshapa – pump it out
- lirik lagu x-treme the builder – bleach
- lirik lagu fabrizio moro – per me