lirik.web.id
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu harkaliðið – ritukvæðið

Loading...

syrgilig er henda søga
gloymið hana aldri meir
um tvey skip um fjørðin grøva
sjúk av ást, sum tú og fleiri’

ritan tekkilig og deilig
dandandi á báru reið
rund og lendabreið og hyldlig
vitjar skopun ~ havnarkei

ternan gloymdi sína rutu
hvørja ferð, ið ritan sást
syngjandi um bógvin burtu
aldur, sungu bert um ást

uttan fyri havnarmola
hittust tey so mangan dag
har var gaman í at trola
eingin hevði nakað sæð

men ein dag, tey aftur vendu
ternan misti vald á sær:
nevið inn í ritu rendi
deyðiligur kossur var

mikil gangur, róp og skolan
tá ið ritan sundur støkk
deyðasærd vann inn til molan
har hon sum ein steinur søkk
ritan nú í álakeri
fúnar, neyðars hjartað brast
:/: hetta tær tann læra veri:
kyss tú ongantíð og fast :/:


Lirik lagu lainnya:

LIRIK YANG LAGI HITS MINGGU INI

Loading...