lirik lagu frændur – ikaros
tá eg hugsi um barnadagar mínar
er tað ræðumyndir ið eg minnist best
og tær løtur eg var bukaður og bangin
í huga mínum mangt seg hevur fest
tí sum barn tú vilt taka fyri givið
at í kærleika skapast tín verð
men tann dagin, tú skalt stíga út í lívið
ert tú sum eitt friðleyst dýr á tíni ferð
standa vaksin har og peika tær á vegin
hava meiningar og vilja seta mið
allir dreymarnir og teirra brostnu vónir
skulu fremjast í tær og fylgja við
ert tú lýðin fært tú rós og allan heiður
í uppreistri missur tú alt
ongin elskar eitt barn sum ikki eydnast
ongin elskar eitt barn sum er frælst
men hvør megnar av røttum at vita
hvat rúmast ~ hvat skapast vit til
hvør kann beina ein fram til eitt eydnuríkt lív
hvat menniskja evnar og vil
lat tínar blómur festa rót í góðum lendi
og lat plantur tínar grógva vilt og vítt
tí í vakstrarhúsi saknast sól og vindur
í náttúruni tær kunnu vaksa frítt
tey tú elskar skulu royna sínar veingir
so tey еinaferð finna sítt flog
sum tú virðir tíni egnu tú vilt sanna
at tey еisini vilja virða teg so
Lirik lagu lainnya:
- lirik lagu olias simpson – fifteen
- lirik lagu kuz9 – читер (cheater)
- lirik lagu jack morgan & romeo lantz – the start
- lirik lagu fenzep – моя правда
- lirik lagu cashew – dice
- lirik lagu beastmode warriors – wait
- lirik lagu peter stampfel – i’m forever blowing bubbles
- lirik lagu lil bean – since preschool
- lirik lagu 64studios101 – plain-dealing villain
- lirik lagu mf tomlinson – a long day