![lirik.web.id](https://lirik.web.id/tema/logo.png)
lirik lagu valravn - harra pætur og elinborg
harra pætur og elinborg
børn vóru tey so ung
løgdu sínum ástum saman
mong eru forløg tung
~ nú lystir meg í dansin at gá
meðan rósur og liljur tær grógva væl
“bíða vil eg í sjey vetur
móti frænda vilja
giftast ikki livandi manni
um enn meg kongur giljar”
~ nú lystir meg í dansin at gá
meðan rósur og liljur tær grógva væl
tekur hon allar moyggjarnar
setir saman í ring
tekur upp ein silvursaks
og klippir hár umkring
tekur hon allar moyggjarnar
sker teim riddaraklæði
ganga tær til strandar oman
sum elin fyri var
enntá var tad elinborg
dregur upp á seg glógva
so gár hon til stýri at stá
og ternurnar at rógva
~ nú lystir meg í dansin at gá
meðan rósur og liljur tær grógva væl
~ nú lystir meg í dansin at gá
meðan rósur og liljur tær grógva væl
úti í miðjum grasgarði
akslar hon sítt skinn
og so búgvin gongur hon
í høgar hallir inn
væl siti tær harra pætur
og tann danska frú
plaga so allir høviskir menn
at halda sína trú?
liv nú væl, frú ingibjørg
við títt elvagangi!
eg havi nú fingið mín festarmann
eg lænti tær so leingi
~ nú lystir meg í dansin at gá
meðan rósur og liljur tær grógva væl
Lirik lagu lainnya:
- lirik lagu punkinloveee - dirty
- lirik lagu 山下達郎 (tatsuro yamashita) - sync of summer
- lirik lagu joey the dreamer - $73@my $u8c0n$c!0u$
- lirik lagu sadya (jp) / サドヤ - doctor.crazy
- lirik lagu coutiki - wsst da7k mzika
- lirik lagu nascraa (dylan sinclair) - revenge.
- lirik lagu xhz official - throb
- lirik lagu nebo7 - бумеранг (boomerang)
- lirik lagu jackboy - rich man
- lirik lagu l.a.z. ft beton cevo - pkk diss