lirik lagu símun av skarði - tú alfagra land mítt (thou fairest land of mine)
Loading...
[verse 1]
tú alf~gra land mítt
mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt
á sumri við logn
tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn
tit oyggjar so mætar
guð signi tað navn
sum menn tykk~m góvu
tá teir tykk~m sóu
ja, guð signi føroyar, mítt land!
[verse 2]
hin roðin, sum skínur
á sumri í líð
hin ódnin, sum týnir
mangt lív vetrartíð
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartasta mál
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna
sum vága og vóna
at eg verji føroyar, mítt land!
[verse 3]
eg nígi tí niður
í bøn til tín, guð:
hin heilagi friður
mær falli í lut!
lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
so torir hon vága
~ av gudi væl skírd ~
at bera tað merkið
sum eyðkennir verkið
ið varðveitir føroyar, mítt land!
Lirik lagu lainnya:
- lirik lagu bad kidd - freaks
- lirik lagu gambino la mg - cvc
- lirik lagu jexebel - suicide
- lirik lagu ashley williams - radio
- lirik lagu black magnet - last curse
- lirik lagu scruffpuppie - yew
- lirik lagu student 1 - w8
- lirik lagu 米光美保 (yonemitsu miho) - radio
- lirik lagu they were the big things - faker...
- lirik lagu addison rae - rock all by myself