lirik.web.id
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu regin dahl - kristin háberg leingist

Loading...

ein dag í stormi gekk eg mær ígjøgnum havnar gøtur
eg gleddist yvir gomul hús og mintist farnar løtur
mær var í huga skælingsferð og gitnu ferð á bláberg
har niðri undir neystunum eg hitti kristin háberg

hann stóð har púra einsamallur, hugdi út á vágin
ein bunga var á kjálkanum, tó hetta voldi skráin
og djúpt í brókafikkunum har hendur sínar fjaldi
stóð burtur heilt í øðrum heimi, brotini hann taldi

“har brýtur eitt, har bróta tvey, nú fylgjast trý og fýra
á hetta er eitt vána land, her fæst als eingin hýra
og drymbingar og klandrivætti øll sum eitt vit eru
nei gamli, tað var annað lív at liggja við madeiru

vit drukku vín úr kurvafløsk~m, royktu sigarettir;
um kvøldini vit dansaðu, har hoyrdust kastagnettir
men her er rusk og glopraregn, whisky sum jólalundi
á, tú kanst vera vísur í, eg rýmdi, um eg kundi

og eitt er víst, og tað er tað, at hettar endar galið
tí hann , ið lá í setubal, hann trívist ei í æli
í møði og av vætusótt tey sjúku lungu tiva
nеi, gamli, nú er kristin háberg leiddur av at liva.”


Lirik lagu lainnya:

LIRIK YANG LAGI HITS MINGGU INI

Loading...