lirik.web.id
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu regin dahl - kristin háberg doyr

Loading...

nú, kristin, kristin háberg, eg meini, lágt tú liggur –
í ørviti, við stillum eygum beint í loft tú hyggur
í munnklovanum, gamli mín – har situr storkin sveiti
men tú veitst einki, tú sært bara skógarnar á haïti

tú sært ta bjørtu tropusól “hitt stilla havið roða”
og sveipa brand og koparlit um bergið mauna loa
sært yangtsekiang og saluen í summardreymi brosa
har eystanfyri liggur hon, hin vakra oyggj formosa

tú sært shanghai, tú sært bombay, og við port said tú flaggar
har maður úr arabiu sær at kairo raggar
og summarlýðka, stjørnuglæma eru tínir vinir. –
brátt í messina ankrar tú og etur appilsinir

tú siglir til brasiliu og h~rnið aftur rundar
har brýtur illa, mangt eitt skip er farið har til grundar
men tú, tú kennir leiðina, tú hevur ongan vanda –
og royndir menn og djarvir menn, teir ganga tær til handa

og kristin, kristin háberg – brátt brýtur deyðans bylgja
her mást tú sigla einsamallur – her kann eingin fylgja
a tropunátt í bláum lofti blankar stjørnur glógva
og millum pálmaklæddar oyggjar – har er gott at rógva


Lirik lagu lainnya:

LIRIK YANG LAGI HITS MINGGU INI

Loading...