lirik.web.id
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu regin dahl - katrin

Loading...

katrin býr á strondini – og katrin hon er fitt
sunnukvøld í dansinum eg havi hana hitt
katrin læar hjartaliga – dansar lætt avstað –
katrin býr á strondini, og hon er altíð glað

katrin eigur ikki jørð og neyvan borð og disk
strevast við at vaska posar og at turka fisk
sólin brennir brúnan kinn og bleikir gula hár
kagar inn í eyguni, so djúp, so rein og klár

situr hon á sandinum so mangan sólskinsdag
sær hon, hvussu skipini tey sigla sær avstað
dúka segl, og blaktra fløgg, og hoyrist mannamál
katrin verður droymandi og eym í síni sál

tí við einum skipi hennar besti vinur fer
sørin millum fiskigarpar royndur maður er
kvøldið eitt úr dansinum hann fylgdi henni heim
mánin reis um fjalltrom og lýsti fyri teim

sørin bar fram bønarorð, og katrin segði: ”ja.”
”vilt tú gerast kona mín?” ”ja, eg vil verða tað.”
áttu tey so saman eina hugnaliga stund;
og nú hevur sørin keypt sær við og húsagrund

sørin er í íslandi – í íslandi er kalt
sørin fiskar íslandstosk og leggur hann í salt
fýkur fonn um jøkulsrond og skyggir hvítt í líð
leingist honum hjartaliga eftir siglingstíð
katrin býr á strondini, og katrin hon er glað
minnist tað, sum sørin segði síðsta siglingsdag:
”katrin mín, nú fari eg, tú bíðar eftir mær.”
”ja, ja, góði sørin, tú, eg bíði eftir tær.”


Lirik lagu lainnya:

LIRIK YANG LAGI HITS MINGGU INI

Loading...