lirik lagu heljareyga - renið
[verse 1]
ódn og náttin svørt, ið ravnin við sær hevur ført
svarta flog, ið ber mær boð at fylgja við
við á eina ferð
í aðra verð, tí nú at ódn og ilsku ber
illgongd leið at bróta eið og allan frið
[bridge]
einsamallur… út í
[chorus]
regnið
vindin
myrkrið
frammanfyri
bergið
brimið
stormin
ravnur vindi reið
[verse 2]
tíð mín vinur ver og meg um ár og aldur ber
burtur frá um ægin blá og norðanvind
leiðin liggur út har lagnan lær og garmar goyggja eftir mær
ódnarljóð har stormur stóð um fjallatind
[bridge]
einsamallur… út í
[chorus]
regnið
vindin
myrkrið
frammanfyri
bergið
brimið
stormin
[verse 3]
vindi reið eitt ravnaflog
bar við sær tey sorgarboð
og eina myrkursgerð
boðar bráa burturferð
ta longu vøkunátt
veingir tóna toruslátt
at royna sáttargerð
kanska bøtur einaferð
[instrumental]
[bridge]
einsamallur..! út í
[chorus]
regnið
vindin
myrkrið
frammanfyri
bergið
brimið
stormin
[verse 4]
vindi reið eitt ravnaflog
bar við sær tey sorgarboð
og eina myrkursgerð
boðar bráa burturferð
ta longu vøkunátt
veingir tóna toruslátt
at royna sáttargerð
kanska bøtur einaferð
Lirik lagu lainnya:
- lirik lagu josé larralde - herencia pa' un hijo gaucho ii
- lirik lagu p.i.v.o.t. - ball thru the rain pt.2.
- lirik lagu illest++ - clone
- lirik lagu neo - namastex
- lirik lagu dillon davis - pulling me back in
- lirik lagu vic august - kate upton
- lirik lagu dvme - presence
- lirik lagu dead lakes - nogodsnomasters
- lirik lagu sissy sheridan - who me?
- lirik lagu juan $olo (arg) - i can do antything (ogmix)