lirik.web.id
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu hamferð - men guðs hond er sterk

Loading...

“tað var leygardag tann 13. februar í 1915 at ein grind var komin inn á fjørðin í sandvík. tað var so ringt veður, at hvalbingar komu til gongu; tað var ikki veður at koma við báti úr hvalba og til sandvíkar

tað vóru fýra bátar, sum sandvíkingar hevði mannað, og lógu hesir uppi yvir grindini, tá hvalbingar komu

ja, ja man sigur jú, at fátt kann feigum forða. og hetta orðatakið, tað má man nokk ásanna her

seksmannafarið, ið umkomst, var tá einar kanska tríggjar til fýra bátslongdir innan fyri ok~m. óløgið fall niður yvir bátin. hann hvarv. men tá hann kom útundan aftur brotunum, fleyt hann á rættkjøli

teir fingu líkasum ikki summað sje til næsta brotið legði aftur útyvir bátin. eisini nú, tá tað helmaði av, fleyt hann á rættkjøli. men so kom triðja brotið. tá hann tá kom undan aftur aftur, kom hann líkasum eftir kanti uppaftur. fjórða óløgið legði so aftur út á hann. tá var ongin maður at síggja

tann minni báturin, ið umkomst, var eitt stórt fýramannafar. hann slongdist í leysari luft runt. tað eydnaðist tó einum manni at blíva fastur við hann, og tá tað løgaði aftur, slapp hann á kjølin

meðan øll hesi óløgini gingu er eisini ein triðji báturin innanfyri allar hinar bátarnar. og hesin báturin rør út ígjøgnum øll óløgini fullur undir stokkarnar av sjógv og kemur – á rættkjøli – út um allan fáran

okur, ið vóru har á staðnum, kunnu klárliga síggja og mugu eisini ásanna, at har fór fram eitt harrans mirakul; ein sjónlig guðs undurgerð, at hesin báturin kundi koma fram við lívinum

men guðs hond er sterk. mangan hevur tað víst sjе at vera stórur munur á tí, ið maður ella menn ætlaði sær at gеra, og tað úrslít, teir fingu úr síni ætlan

fjúrtan menn lótu her sítt unga lív.”


Lirik lagu lainnya:

LIRIK YANG LAGI HITS MINGGU INI

Loading...