lirik lagu elinborg - sirm
[verse 1: elinborg]
í morgunroða, tigandi
ein tinnukend
vera í mjúku kvirru
droymandi yndi
goymt í vitsku
ein maður so vænur
[verse 2: elinborg]
tú dregur meg inn í brúsandi sand
mánaskýggj speglast mjúkt í eygum
elskandi í skýming
øll, sálarkvøl, hvarv í tokudalar
[chorus: elinborg]
í flógvum mjørka, úti í opinum
gjørdist hann mín eydna
eitt droymandi skinn
hann mín egni
ið sær við mínum eygum
[bridge: silvurdrongur, elinborg]
eitt loftrúm gleppur í andaneyð
(mínum eygum)
støðug bivan, títtar og søkkur
(mínum eygum)
søkkur heim í okkara lítlu smáttu við ánna
(mínum eygum)
vit heingja klæðini á snórin og biðja til gudarnir um sirm
(mínum eygum)
ævintýrið er mestsum, gliðið undan hálkuni
hálkuni undir ilini vit klistra hendurnar saman
(mínum eygum)
lættliga, oljudroppar sum smakka av tí komandi:
(mínum eygum)
blóðið sum melur óendaligt
(mínum eygum)
blóðið sum melur óendaligt
[outro: elinborg, silvurdrongur]
sølt orð hvørva inní holdið
bleyt bros renna millum fingrar
(blóðið sum melur óendaligt)
sølt orð hvørva inní holdið
bleyt bros renna millum fingrar
blóðið sum melur óendaligt
(blóðið sum melur óendaligt)
Lirik lagu lainnya:
- lirik lagu poccetboi - alive*
- lirik lagu zheremy, malgwen & maik the maker - private jet
- lirik lagu kolyatemp - за стеклом (behind glass)
- lirik lagu lihonabolote - /\/\city north face
- lirik lagu jupiterbyrd - skinned alive
- lirik lagu seraphina rossi - girls like you - female version
- lirik lagu nicklas sahl - nobody
- lirik lagu восточный округ (vostochnyi okrug) - мама (mom)
- lirik lagu medicinarioum - venomous (lascīvia remix)
- lirik lagu flowlover - холодная ночь