lirik.web.id
a b c d e f g h i j k l m n o p q r s t u v w x y z 0 1 2 3 4 5 6 7 8 9 #

lirik lagu annika hoydal - tú minsta land / mit eget land

Loading...

[verse 1]
tú minsta land, nú ert tú aftur nær
mín lítla váta ogn á heimsins klótu
á rúmdarkletti ert tú minsta gjár
eitt tinnuljós í døkk~m h~llugróti

[chorus]
tú rísur aftur fyri mær
nú stígur ljóðið stórt av tínum fløtum
nú rennur dýrd av vøtnum eftir tær
og speglar sær í hesum fjøru gøtum

[verse 2]
eg síggi fuglaljóð í morgunsól
eg hoyri ull, sum grør á tungum seyði
og lomb, sum leggja seg við brønan hól
tá aldur savna leivdirnar av degi

[chorus]
tú rísur aftur fyri mær
nú stígur ljóðið stórt av tínum fløtum
eg síggi skin av sól í fremmant glar
eg finni tína dýrd í hesum gøtum

[verse 3]
nú stendur runuveitin sóljuvát
og aftur reisist gras úr hvørjum spori
á myrk~m dýpi sært tú lítlan bát
og mann, sum dregur blankan fisk at borði
[chorus]
tú rísur aftur fyri mær
eg síggi tína slóð í hesum lótum
eg síggi vatnið streyma eftir tær
og renna nýtt í hesum viltu gøtum

[verse 4]
nú køvir av, nú rekur ælið svart
nú kemur gloymdur ótti undan kavi
mítt váta land, tað hevur dýrd tín lært
at ræðslan lýsir við á miðjum havi

[chorus]
tú rísur aftur fyri mær
nú stígur glæman stór av tínum fløtum
nú rennur ljós av vøtnum eftir tær
og streyma skyggjandi í hesum gøtum


Lirik lagu lainnya:

LIRIK YANG LAGI HITS MINGGU INI

Loading...